Leiðari til verkætlanardeildina á Landsverki

Tær nýtist ikki at vera serfrøðingur innan bygging, stál og betong fyri at søkja hetta starvið. Tað geniala við tær er hinvegin, at tú ert sum tikin úr leikum at stýra verkætlanum og at føra tær á mál. Tað dugir tú inn á bein, og tað heftir ikki fyri, um tær eru bæði stórar og nógvar í senn.

Tí er tað,


at tú ert eitt heilt natúrligt boð upp á leiðarastarvið á nýggju verkætlanardeildini á Landsverki. Allarhelst tað mest spennandi starvið innan verkætlanarleiðslu í Føroyum og ein sólarvísur kjansur at vera við til at skapa enn óbygd verk.


Nýggja verkætlanardeildin á Landsverki verður miðdepilin fyri allar byggi-, verklags-, og viðlíkahaldsverkætlanir. Her fara at starvast 25 fólk við sterkum fakligum førleikum til at loysa mongu uppgávurnar. Sum leiðari myndar tú deildina, savnar træðrirnar og stýrir samlaðu verkætlanunum á stovninum – gjøgnumskygt, savnandi og strategiskt.

“Vit hava savnað byggi-, verklags-, og viðlíkahaldsverkætlanirnar hjá Landsverki í eina verkætlanardeild fyri at styrkja um tilgongd okkara til verkætlanir og verkætlanarleiðslu. Við einari deild kunnu vit arbeiða smidligari, gjøgnumskygdari og flyta okkum skjótari. Sum leiðari á deildini skalt tú mynda hesa arbeiðsgongd.”



Tín fremsta uppgáva


er at standa á odda fyri byggi-, verklags- og viðlíkahaldsverkætlanum Landsverks via verkætlanarleiðararnar á deildini. Tú hevur skil á, hvussu arbeiðini ganga, syrgir fyri dagførdum kostnaðaryvirliti og skapar greitt gjøgnumskygni.


Livandi og hugflogsríkt kveikir tú eisini kjak og hugskot um deildina og um leiklut Landsverks. Tað krevur samstarvshegni allar vegir – bæði í arbeiðsskúrinum og á bonaðu gólvunum.


Sum partur av evstu leiðsluni á Landsverki ert tú eitt akker á stovninum, og við dagligu leiðsluni skipar, myndar og mennir tú felags verkætlanarhættir og verkætlanaramboð.


“Virksemið á verkætlanardeildini hevur stóra ávirkan á gerandisdag føroyinga, og tí skal Landsverk styrkja um lut sín sum ráðgevi og ígongdseti í samstarvinum við aðalráð og stovnar. Sum deildarleiðari fært tú ein avgerandi leiklut at skapa nýggjar og burðardyggar føroyskar heildarloysnir.”


Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki

Førleikar

Hóskandi hægri útbúgving, eitt nú verkfrøði, arkitekturur, byggifrøði, vinnubúskapur, stjórnmálafrøði ella onnur samsvarandi útbúgving. Royndir og vitan um verkætlanarleiðslu.

Skjalfestir leiðsluførleikar, leiðsluroyndir og greiningarevni eru at meta sum fyrimunir, og tað er ynskiligt við royndum við leiðslu av fleiri verkætlanum samstundis og vitan um project governance ella porteføljuleiðslu.


Væntanir

Vit leita eftir tær, sum dugir verkætlanarfakið heilt inn í kjarnuna, og sum megnar at leiða og raðfesta eina stóra verkætlanarskjáttu. Vit vænta okkum eitt savnandi empatiskt huglag.

Setanartreytir

Talan er um fast fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Landsverk og tænastustaðurin í løtuni er á Tinghúsvegnum 5 í Havn. Tú mást tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast okkum, við at trýsta á "Send umsókn" á hesi síðuni.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. januar 2022.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurd Lamhauge, stjóra á telefon 290 801 ella til sila@lv.fo

Landsverk byggir land

Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.

 

Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.

Fylg okkum


Vit nýta farspor (cookies) á heimasíðuni fyri at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu.